Bil søkir eftir stjóra

Related Post

Vegna veður, eru koyrilíkindini sera v ánalig í løtuni. Okkara bilførarar royna teirra besta.

Read More »

Brek er í telefonskipanum rund landi, so ikki er møguligt at ringja á tlf 323232
Men appin er virkin!

Read More »

Streymslit er í havnini, men framvegis er møguligt at bíleggja bil umvegis appina 📲📲

Read More »

Hevur tú gott yvirblikk, telefonsmíl, rímiligan telduførleika og hug at arbeiða hjá Føroya størsta taxa felag?

Read More »

Hevur tú gott yvirblikk, telefonsmíl, rímiligan telduførleika og hug at arbeiða hjá Føroya størsta taxa felag?

Read More »

Vilt tú sita við róðrið, nú Føroya størsta taxa felag skal hava nýggjan stjóra? Hevur tú áræði til at víðarimenna eitt felag, ið setur stoltleika í at ganga á odda?

Við 37 hýruvognum og avtalum við vinnulív, stovnar og ferðavinnu, er Bil eitt sunt og væl rikið felag.

Drívmegin er at veita góða tænastu til kundar okkara og vera álítandi veitarin, ið kundin altíð kann rokna við. Sum stjóri skalt tú støðugt tryggja, at vit halda fast í høga tænastustøðinum, og at vit støðugt tillaga okkum tørvin hjá okkara kundum.

Vit hava altíð gingið á odda, og vóru í 2016 fyrsta føroyska taxa felagið við egnari app.

Starvið sum stjóri er hálvtíðarstarv. Tað er tí upplagt at sameina við eitt nú egna fyritøku ella annað hálvtíðarstarv.

Tú stýrir tínum arbeiðsdegi og arbeiðstíð, so leingi tú røkjur starvið væl. Nærri fæst at vita um starvið við at seta seg í samband við Tóta Kristjánsson, nevndarformann, á +298 787470 ella nevnd@taxi.fo

Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi áðrenn mánadagin 30. oktober kl. 12 á nevnd@taxi.fo ella á:

Sp/F Bil Mini Taxi 96
Farstøðin
Sp/F Bil Mini Taxi 96
Farðstøðin
Eystara bryggja
FO-100 Tórshavn

Refund claims sent as cash on delivery will not be accepted.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *